Vøruúrvalið


Tað er í høvuðsheitum eftirspurningur og ynski frá kundunum, ið stýra samansetingini av okkara vøruúrvali. Harumframt leggja vit okkum eftir at bjóða valmøguleikar innan ymsu vørubólkarnar, bæði tá tað snýr seg um smakk, prís og stødd á fløskum. Eisini ynskja vit at taka atlit til serlig ynski frá smærri kundabólkum.

Rúsdrekkasølan arbeiðir eftir hesum setningi:

1) Eitt fjølbroytt og breitt úrval, bæði tá tað snýr seg um vøruslag, smakk, prís og stødd á fløskum, skal altíð vera á goymslu.

2) Fellur eftirspurningurin á eini vøru, skulu onnur merki, sum eru meiri áhugaverd hjá kundum okkara, takast inn í staðin.

3) Vit hava somuleiðis menning og rák á heimsmarknaðinum fyri eygað, tá vit samanseta vøruúrvalið.

Rúsdrekkasølan hevur eitt fast vøruúrval, ið er lýst her á heimasíðuni. Hetta yvirlitið fæst eisini á prenti. Vørurnar í yvirlitinum skulu altíð vera á goymslu í øllum okkara handlum.

Umframt fasta vøruúrvalið kunnu rúsdrekkasølurnar eisini av og á hava aðra vøru á hyllunum. Tað kann til dømis vera, um vit fáa eitt gott tilboð, ella um vit vilja royna eina vøru, áðrenn vit gera av, um hon skal við í fasta úrvalið. Talan kann eisini vera um vøru, ið hevur serligan áhuga eitt avmarkað tíðarskeið av árinum.

Tá hesar vørur eru seldar, verða tær sum regul ikki keyptar aftur. Tó so, um sølan vísir, at tær eiga at koma við í fasta úrvalið, og um tær kunnu skaffast aftur undir somu treytum, kann rúsdrekkasølan keypa tær heim aftur.

Um serlig ynski eru frá kundum, skal Rúsdrekkasølan skaffa hesa serligu vøru heim. Tá má kundin tó keypa allan ordran og rinda møguligan eykakostnað, ið stendst av at flyta vøruna heim.