Aldursmarkið fyri sølu av rúsdrekka í Føroyum er 18 ár
Tað er skylda hjá teimum, sum keypa í handlum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, at hava samleikaprógv við.

Av tí at tað er trupult at meta um aldurin á ungum í dag, biðja vit øll tey, sum vit meta eru undir 25 ár, um at vísa samleikaprógv.

Tað er strafbart at nýta samleikaprógv hjá øðrum. Um hóskandi samleikaprógv ikki verður víst, tá biðið verður um tað, er tað ikki møguligt at keypa úr handlum okkara.

Rúsdrekkasøla Landsins