Rúsdrekkasølan nýggjan samleika1. des. 2009

Undir yvirskriftini “Dygd og ábyrgd” hevur Rúsdrekkasølan fingið nýggjan samleika. Ein strategi er løgd fyri framtíðina, og orð eru sett á visjón og missjón. Samstundis hevur stovnurin fingið nýggja heimasíðu.

Missjónin hjá Rúsdrekkasølu Landsins er at innflyta og selja rúsdrekka í Føroyum ábyrgdarfult, við denti á dygd í tænastu og úrvali. Tað áliggur Rúsdrekkasøluni at tálma rúsdrekkanýtsluni í Føroyum, samstundis sum stovnurin skal virka á vinnuligum grundarlag og tryggja landinum inntøkur. Hetta krevur eina miðvísa strategi.

Hornasteinurin í hesi strategi er at leggja dent á góðsku framum nøgd. Við ráðgeving og kunning skulu kundarnir eggjast til at geva sær betur far um tað, sum tey keypa og drekka. Rúsdrekkasølan vil menna eina góða og tilvitaða drekkimentan, har fólk gerast meira tilvitað um sína nýtslu.

Skipanin við einkarsølu hevur roynst væl í norðurlendskum høpi. Hagtølini vísa, at í londunum við einkarsølu, er rúsdrekkanýtslan lítil. Føroyingar drekka í meðal 7 litrar av alkoholi um árið, í mun til t.d. 12 og 12,8 litrar í ávikavist Danmark og Grønlandi. Hóast hesa lágu nýtslu hevur tað eydnast Rúsdrekkasølu Landsins at økja um inntøkurnar ár um ár. Hetta hevur borið til, við at leggja alt størri dent á ráðgeving um góðsku, soleiðis at føroyingar í dag velja betri dygd enn áður. Hesa gongd vil Rúsdrekkasølan stimbra við nýggju strategiini.

Rúsdrekkasøla Landsins skal vera ein tíðarhóskandi einkarsøla, sum í mun til góðsku og tænastu er á støði við bestu einkarsølurnar í Norðurlondum. Stovnurin skal nútímansgerast. Hesa tilgongd er Rúsdrekkasølan longu farin undir við at gera handlarnar snøggar, fáa nýggjan visuellan samleika og at breiðka munandi um vøruúrvalið og tænastuna.

Nýggja heimasíðan skal somuleiðis vera andlitið uttaneftir. Tað er ein kunnandi og innbjóðandi síða, sum skal eggja fólki at geva sær betur far um tað, tey drekka. At njóta heldur enn bara nýta. Rúsdrekka verður knýtt til mat og sosiala samveru. Har er ráðgeving um, hvussu matur og drekka hóska saman. Eisini er holl vegleiðing um vandarnar við rúsdrekka.

Nýggja búmerkið skal endurspegla góðskuna og dygdina í tænastuni. Eitt hondskrivað R, ið minnir um eitt innsigli. Skriftin gevur hugasambond til vínverðina, men er tó samstundis modernað og opin. Sansir hava gjørt búmerkið, nýggja samleikan og heimasíðuna.


Rúsdrekkasølan í Sandoynni flytur - 11. februar 2014
Ársfrágreiðing 2012 - 23. august 2013
Ársfrágreiðing 2011 - 10. juli 2012
Ordramóttøka og telefontíð - 31. mai 2012
Øl yvir 5,8% - 2. apríl 2012
Postpakkar frá Rúsdrekkasølu Landsins - 20. desember 2011
Allan Skaalum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins - 22. september 2011
Broyting í pantupphæddunum - 9. juni 2011
Deildin í Miðvági letur nú upp í nýggjum hami - 3. apríl 2011
Samleikaprógv - 22. februar 2011
Príslisti tøkur á netinum - 24. januar 2011
Aalborg Jule Akvavit 2010 tikið av hillum okkara - 8. nov. 2010
Rúsdrekkasøla Landsins opið leygardagar frá 8. mai 2010 - 17. apríl 2010
Ordramóttøka í Tórshavn - 22. oktober 2009
Nýggj fløskumóttøka í Tórshavn - 12.10.2009
Nýggjur handil í Miðlon í Tórshavn - 03.10.2009