Rúsdrekkasøla Landsins sóknast eftir lærlingi við sergrein innan sølu - til handilin í Havn


Hevur tú eitt fyrikomandi lyndi, góð samstarvsevni og hug at nema tær kunnleika og førleika innan økið, ið Rúsdrekkasølan virkar á, so er tað tær, vit leita eftir.

Vit kunnu bjóða tær at verða partur av handilstoymi okkara, har tú umframt at læra í handlinum fer at taka kravd skeið á skúla í Danmark og fært møguleika at luttaka á skeiðum og tiltøkum, sum vit hava innanhýsis á stovninum.
Í lærutíðini, sum fevnir um ein praktiskan og ein ástøðilingan part, verður dentur lagdur á ráðgeving og sølu, samstundis sum tú fert at hjálpa til við dagliga arbeiðinum í handlinum og á goymsluni.

Tað er ein treyt at tú hevur FHS-, HH-, HF-, student-, ella aðra miðnámsútbúgving
Lærutíðin byrjar 1. september, men tú hevur møguleika at byrja í tímaløntum starvi áðrenn.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Ronnie Davidsen á telefon 290411 ella teldupost ronnie@rusan.fo
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal verða okkum í hendi seinast mikudagin 9. mai 2014 og sendast við telduposti til kmj@rusan.fo
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.


Í Handlinum í Havn starvast millum 10 og 15 fólk (søla og goymsla) og sølan liggur um 55 mill kr árliga. Handilin í Havn stendur fyri gott og væl helminginum av samlaðu søluni hjá Rúsdrekkasøluni, og er handilin í Havn tí ein týðandi táttur í virkseminum hjá Rúsdrekkasøluni