Grundarlag Rúsdrekkasøla Landsins

 

Slagorð
"Rúsdrekkasøla Landsins - dygd og ábyrgd"


Missjón
"Endamálið hjá Rúsdrekkasøluni er at innflyta og selja rúsdrekka í Føroyum ábyrgdarfult, við denti á dygd í tænastu og úrvali."

Visjón

1. Við ráðgeving, upplýsing, tálmandi tiltøkum og átøkum at minka um rúsdrekka nýtslu og fyribyrgja rúsdrekka misnýtslu.

2. At reka og menna stovnin á vinnuligum grundarlagi, uttan at økja rúsdrekkanýtsluna í samfelagnum

3. At veita somikið góða tænastu, at viðskiftafólk og samfelagið sum heild, ikki hevur tørv á at broyta støðuna við einkarsølu

4. At veita viðskiftafólki holla ráðgeving, um vørudygd og góðsku

5. At virka og verða sæddur sum ein modernaður stovnur - ein nútímans serhandil við dugnaligum starvsfólki og leiðslu

6. At vera eitt stimbrandi arbeiðspláss, sum leggur dent á trivna og førleikamenning

7. At gerast besta rúsdrekka einkarsøla í Norðurlondum


Minka um nýtslu og fyribyrgja misnýtslu
Tað er fremsta uppgávan hjá stovninum at hava ein virknan leiklut í at menna eina góða drykkjumentan í samfelagnum. Sum einkarsøla kennir stovnurin alt ov væl keðiligu fylgjurnar av rúsdrekka misnýtslu og er sera tilvitaður um sína samfelagsligu ábyrgd. Vit vilja arbeiða virkið fyri at fyribyrgja misnýtslu. Hetta verður gjørt við ráðgeving og kunning til viðskiftafólk, politisku skipanina, fjølmiðlar og almenningin. Men eisini við upplýsing og tálmandi tiltøkum og átøkum, so sum at skipa fyri undirvísing og gera frálærutilfar. Rúsdrekkasøla Landsins arbeiðir saman við øðrum stovnum um fyribyrging.

Vinnuligt grundarlag
Rúsdrekkasøla landsins er ein landsfyritøka, ið virkar á vinnuligum grundarlagi. Hetta merkir, at stovnurin skal rekast professjonelt og effektivt, virka á sunnum fíggjarligum grundarlagi og leggja dent á vørumenning og tænastu. Hetta mál skal røkkast, uttan at nøgdirnar av seldum rúsdrekka økjast. Í staðin, skal kundabólkurin eggjast til at velja dygd framum nøgd. Fokus skal flytast frá rúsi og alkoholnøgd til uppliving og sansing. Eisini skal stovnurin rekast, so alt tilfeingi og fæ stovnsins verður gagnnýtt fult út.

Skipanin við einkarsølu nøktandi
Lóggáva ásetur, at rúsdrekka skal seljast í einkarsølu. Rúsdrekkasøla Landsins sær lógina sum ein natúrligur karmur um okkara virksemi. Tað er okkara avbjóðing undir hesum kørmum at menna fyritøkuna til ein nútímans serhandil við høgari tænastu. Serligur dentur verður lagdur á førleikamenning av okkara ráðgeving og menning av okkara servitan. Tað er okkara sannføring, at tað er í einari mentari einkarsøluskipan, at borgarin kann fáa bestu veitingina.

Ráðgeving um dygd
Við at hava væl útbúgvin starvsfólk og at veita eina góða tænastu, vilja vit geva viðskiftafólki okkara bestu kunningina um úrval og dygd. Hagtøl og kanningar vísa, at gongdir í drykkjumentanini, fer frá at velja alkoholnøgd, til at velja dygd. Hesa gongd halda vit okkum hava verið við til at skumpa undir, og hana vilja vit framhaldandi stimbra. Hetta verður gjørt við at veita góða kunning, á til dømis heimasíðu og í vøruskrá, og við at veita góða ráðgeving og tænastu, í viðskiftinum við kundan í deildum okkara.


Nútímans serhandil við góðari leiðslu
Vit ynskja at gera Rúsdrekkasølu Landsins til ein modernaðan stovn upp á allar mátar. Hann skal hava somu eyðkenni sum dygdargóðir serhandlar, har kundarnir kenna seg væl og dentur er lagdur á dygd og tænastu. Fremstu ábyrgd fyri at røkka hesum máli hevur leiðslan, ið skal eggja og førleikamenna starvsfólkini, samskifta og kunna politisku skipanina og skapa karmarnar um tænastustøðið.

Stimbrandi arbeiðspláss
Høgu málini hjá stovninum, seta krøv til starvsfólkini og teirra førleikar. Vit halda, at førleikamenning er besta amboðið til at hækka vitanar- og tænastustøðið, og samstundis besta amboðið til at geva starvsfólkum okkara arbeiðsgleði og stoltleika í sínum yrki. Hetta skapar trivnað. Men trivnaðurin skal eisini tryggjast við at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum hølisligum og arbeiðsligum kørmum.

Besta einkarsøla í Norðurlondum
Vit ynskja at flyta Rúsdrekkasølu Landsins frá at vera ein heilsølulíknandi sjálvtøkuhandil, til at gerast ein nútímans serhandil, ið er eyðkendur av breiðum úrvali og dygdarvørum, høgum tænastustøði og góðari kunning til viðskiftafólkið. Eisini skulu deildir okkara vera tíðarhóskandi og hugnaligar.