Børn eftirapa

Soleiðis sum okkara drykkjuvanar eru, fara drykkjuvanarnir hjá børnum okkara helst eisini at vera. Børn og ung hyggja í stóran mun at foreldrunum og øðrum vaksnum og nýta tey sum fyrimyndir. Tí kann vaksandi alkoholnýtslan skjótt gerast ein trupulleiki.

Sveska Folkhälsoinstitutet gjørdi í september 2008 eina kanning, nevnd "Børn í familjum við alkohol- og narkotikatrupulleikum". Hon staðfestir, at fimta hvørt barn í Svøríki livir í eini familju við ov stórari alkoholnýtslu, sokallaðari ”vandanýtslu”. Av tí, at vaksin eru fyrimyndir hjá børnum, er stórur vandi fyri, at hesi børn eisini fara at fáa alkoholtrupulleikar seinni í lívinum.

- Vit eru fyrimyndir, óansæð um vit vilja tað ella ei, sigur Björn Lindell, sum granskar atburð, umframt at vera rithøvundur og fyrilestrahaldari við serfrøði innan barnauppaling. Hann staðfestir, at tað er væl skjalprógvað, at børn ikki læra av tí, vit siga, men av tí vit gera.

Onnur vaksin eisini fyrimyndir
Men børn og ung eygleiða ikki bert síni egnu foreldur í sambandi við alkoholvanar. Eisini onnur vaksin kunnu verða fyrimyndir og eiga tí at hugsa um, hvussu tey drekka, um børn og ung eru hjá.– Tað er týdningarmikið at drekka við skili. Eg haldi ikki, at tað tænir nøkrum endamáli, at vit vaksnu eru ávirkað, meðan børn eru hjá. Og eg taki frástøðu frá, at foreldur lata børnini drekka heima ella at foreldur keypa børnunum alkohol, sigur Lindell.

- Vit vita, at jú seinni tey ungu royna alkohol fyri fyrstu ferð, jú betur. Børnini takka tær neyvan fyri, at tú ikki vilt keypa til teirra, men tað fara tey kanska at gera, tá tey eru vorðin vaksin. Tað er týdningarmikið, at vit vaksnu hugsa fram í tíðina og tora at seta børnunum mørk, sigur Björn Lindell.

Prátið um alkohol og rúsevni
Eitt er at drekka eitt glas av víni aftur við matinum. Nakað annað er at nýta alkohol sum troyst ella at drekka seg fullan, hvørjaferð okkurt skal hátíðarhaldast. Børn læra av foreldrunum, og tað kann vera torført at sleppa barnalærdóminum seinni í lívinum.

Lindell ger greitt, at tað er týdningarmikið at práta við børnini um alkohol og rúsevni. Tey skulu hoyra um alkohol, soleiðis at tey vita, hvat tað er, tá tey síggja ávirkað fólk. Foreldrini nýtast ikki vera púra fráhaldin, so leingi tey duga sær hógv og práta við børnini um alkohol.

Týdningarmikið við góðum vanum
Stefan Borg, leiðari á einum viðgerðarstovni í Stokkhólmi, hevur sama hugburð sum Lindell. Hann heldur, at foreldur eiga at vera púra greið og støðuføst, tá tað kemur til alkoholvanar, um tey skulu vera góðar fyrimyndir. Einfaldastu ráðini munnu vera at drekka við skili.

- Tað besta er, um tey ungu síggja týdningin av at duga sær hógv. Tey mugu fáa virðing fyri alkoholi, tí góðir drykkjuvanar verja móti trupuleikunum, sum kunnu standast av at drekka. Ungdómurin má skilja, hvar mørkini eru, og soleiðis læra at sleppa undan, at stuttlig kvøld við alkoholi geva bakkast dagin eftir.

Arvur og umhvørvi ávirka
Stefan Borg hevur havt nógvar misnýtarar í viðgerð. Hann heldur, at familjuviðurskifti kunnu hava sera stóran týdning, tá fólk gerast alkoholikarar. Tað er ikki bert tað arvaliga, sum spælir inn.

- Um barnið sær, at alkohol verður skonkt í kenslubornum ella torførum støðum, lærir tað, at soleiðis eigur tað at taka hond um trupulleikarnar.Skjótt er til, at tað eisini fer at smakka sær á, um tað er vanliga mannagongdin í familjuni, tá okkurt óvæntað ella torført hendir, sigur serfrøðingurin.

- Umhvørvið, tú veksur upp í, og arvaliga ávirkanin stýra í stóran mun akoholnýtsluni, tá vit gerast vaksin. Verða hesi vandaeyðkenni samantvinnað, kann tað enda við alkoholmisnýtslu. Hinvegin ber til at verja ímóti eini arvaligari alkoholismu um familjuviðurskiftini og uppvøksturin eru í lagið.

Stefan Borg vil vera við, at alkoholmentanin er broytt nógv seinastu árini. Hann metir, at gongdin kann fáa skaðiligar fylgjur.

– Fyrr høvdu vit eina brennivínsmentan, har tað var í lagið at drekka um vikuskiftið. Nú er mentanin broytt, og alsamt fleiri halda tað vera í lagið at drekka gerandisdagar. Vandin er tó, at í staðin fyri at fara frá eini mentan til eina aðra, hava vit nú eina bæði-og-mentan, har vit drekka bæði gerandisdagar og um vikuskiftini. Nógv er, ið bendir á hetta. Og stórur vandi er fyri, at børnini og tey ungu fara at eftirapa okkum, sigur Stefan Borg.

Upprunatekstur: Fredrik Borneskans
Útgivið oktobur 2008



Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol