Alkohol og viðgongutíð

Eingin nývorðin mamma hugsar um at stoyta reyðvín í súgvifløskuna. Kortini drekka eini 30 prosent av øllum komandi mammum regluliga alkohol í viðgongutíðini, og tað er minst líka hættisligt, sum at geva barninum alkoholið beinleiðis.

Alkohol fer frá mammuni til barnið gjøgnum móðurkakuna, og alkoholpromillan verður tann sama hjá barninum, sum hon er hjá mammuni. Munurin á barni og mammu er tó, at óbúnu gøgnini hjá barninum ikki fáa niðurbrotið alkoholið líka skjótt, og av tí at alkohol í grundini er eitt slag av eitri, kann barnið fáa skaða.

Teir óbótaligu skaðar, sum kunnu standast av alkoholi, ávirka menningina og elva til heilaskaða og broytta útsjónd. Av tí, at tað ikki við vissu ber til at staðfesta nakra vandaleysa nøgd, er almenna tilmælið, at barnakonur halda seg fullkomiliga frá alkoholi í viðgongutíðini.

Tá tú gevur bróst

Tað ikki eins hættisligt fyri barnið, um mamman fær sær eitt glas við víni í tíðini, tá hon gevur bróst. Hóast alkoholnøgdin er hin sama í bróstamjólkini sum í blóðinum hjá mammuni, so ger tað stóran mun, at barnið drekkur sjálvt ístaðin fyri at fáa alkoholið beint í blóðið. Vilt tú binda um heilan fingur, skal tú tó lata vera við at drekka, beint áðrenn tú gevur bróst.

Best er at bíða einar tríggjar tímar, tí alkoholið hvørvur nevniliga úr bróstamjólkini eftir umleið trimum tímum. Tá er mjólkin endurnýggjað í bróstunum. Hinvegin eru aðrir vandar knýttir at rúsdrekka og bróstageving, tí motorikkur og metingarevni skerjast skjótt av alkoholi, og hvørt ár plágast pinkubørn av skaðum, sum standast av, at foreldrini hava drukkið.


Teksturin er týðing úr svenska faldaranum, "Fakta, tips och myter om alkohol och hälsa", sum er at fáa í øllum teimum svensku einkarsølunum.

Livir tú eitt vandafult lív uttan at vita av tí?
Kanna tína alkoholnýtslu á alkoholprofilen.se
Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol