Eitt sindur um vín
Vín verður framleitt av geraðari víndrúvusevju. Í høvuðsheitum verður tað býtt upp í bólkar av høvuðsvínum – borðvín, mousserandi vín og heitvín. Hesir bólkar eru býttir eftir framleiðsluháttunum. Borðvín hevur vanliga eitt alkoholinnihald ímillum 8,5 -15% prosent. Innan borðvín finna vit reyðvín, hvítvín og rosévín. Reyðvín er gjørt av bláum drúvum og fær sín lit frá drúvuskalinum. Liturin spennur frá einum ljósum reyðum liti til ein myrkan svart/violettan lit. Reyðvín inniheldur sum oftast tannin / garvsevju, sum stavar frá víndrúvukjarnunum. Smakkurin er næstan altíð turrur. Hvítvín er í allarflestu førum gjørt av grønum drúvum. Tað kann tó eisini verða framleitt av bláum drúvum, um drúvuskalið verður tikið frá sevjuni tíðliga í framleiðsluni. Liturin kann verða alt frá heilt ljósum til myrkan gulgyltan lit. Smakkurin er sum oftast turrur, men kann tó spenna frá heilt turrum til søtt. Rosévín er gjørt av bláum drúvum. Eyðkendi ljósareyði liturin kemur av, at skalið ikki liggur leingi í sevjuni. Liturin kann verða frá ljósum laksaliti og til ein kláran reyðan lit. Smakkurin er næstan altíð turrur ella hálvturrur. Eindrúvuvín er framleitt av einum høvuðs drúvuslagi og lítlari nøgd av øðrum drúvusløgum. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu stórur partur av høvuðsdrúvuni skal vera í víninum, fyri at vínið kann kallast eitt eindrúvuvín, men ein tummilsregla sigur umleið 75-90%. Flestu amerikonsku vínini eru eindrúvuvín. Her kunnu nevnast Cabernet Sauvignon og Chardonnay. Eindrúvuvín í Fraklandi eru í Bordeaux og Bourgogne. Mousserandi vín ( Brúsandi vín ) er brúsandi við bløðrum av kolsýru. Kolsýran kann koma náttúrliga í framleiðsluni, men hon kann eisini verða latin í seinni, eins og við sodavatni. Mest kenda mousserandi vínið er Champagne, sum er úr økinum við sama navni í Fraklandi. Tað var uppfunnið av munkinum Dom Perignon í 1800-talinum. Mousserandi vín eru vanliga hvít, men kunnu eisini vera rosélitt. Smakkurin er oftast turrur, men kann eisini vera hálvturrur ella søtur. Heitvín hevur eitt hægri alkoholinnihald enn vanlig borðvín. Hetta kemst av, at alkohol verður blandað uppí undir ella eftir geringina. Alkoholprosentið er vanliga millum 17% og 21%. Dessertvín eru so at siga altíð heitvín og eru aloftast søt, men tú kanst eisini finna heitvín, sum eru turr.
má.- frí : 10.00 - 17.30 leyg. : 10.00 - 14.00 Adressa: Hoyvíksvegur 67 - Miðlon FO- 100 Tórshavn Tel: 340400 Fax: 340491 Fløskumóttøka: Staravegur 13
má.-hós : 14.00 - 17.30 frí: 12.00 - 17.30 leyg. : 10.00-13.00 Adressa: FO- 826 Trongisvágur Tel: 340403 Fax: 340493
má.-hós : 14.00 - 17.30 frí: 12.00 - 17.30 leyg. : 10.00-13.00 Adressa: Á Mølini FO- 220 Skálavík Tel: 340405 Fax: 340495