A

Aligoté: Gulgrøn hvítvínsdrúva úr Bourgogne. Gevur javnt góð kraftig vín við ikki so nógvum alkoholi. Hetta er tað upprunaliga vínið, ið verður brúkt til fordrykkin Kir.

Alkoholinnihald: Verður sum oftast upplýst sum vol.%. Tað vil siga, % mongdin av 100% sterkum alkoholi í vøruni.

Amontillado: Sjerri-slag, heldur turt og ljósari enn miðal, men ikki so ljóst sum Fino.

Aperitiff: Sí fordrykkur.

Appellation d’Origine Contrôlé (A.O.C): Fronsk upprunagaranti, ið telur 300 øki. Hevur reglugerð viðvíkjandi t.d. drúvusløgum og úrtøku, men er ikki at rokna sum dygd/góðska.

Aroma: Ein málbering fyri anga. Vínsmakkarar nýta aroma um ung vín, og bouquet um eldri lagraði vín.

Asti Spumante: Søtt brúsandi vín úr Asti í Italia.

B

Bianco: Italienskt, merkir hvítt, vino bianco merkir hvítvín.

Bittari: Allir bittarir eru gjørdir eftir loyniligum uppskriftum, ið innihalda eina rúgvu av ymsum urtum og kryddi. Tey kunnu m.a. verða myrrah, harpiks, malurt, royniber, anis og lakress. Hetta verður síðani blandað saman við spritti av ymsum slag, har bittararnir fáa sín serstaka smakk. Vit býta bittarar í tríggjar bólkar: Heilbittarar, ið hava tann beiska og turra smakkin, t.d. Gammel Dansk og Fernet Branca. Hálvbittarar, ið tykjast eitt sindur søtari og feitari í smakkinum, t.d. Jägermeister og Nordsø, og so likørbittarar, sum t.d. Campari, ið er turrur, søtur og ramur í smakkinum.


Blanc de Blancs: Stendur fyri, at vínið einans er gjørt av hvítum drúvum.

Blanco: Merkir hvítvín ella hvítt.

Blå Aalborg: Ein annarleiðis snapsur. Bleytan og rundan smakk. Hevur ikki tann vanliga smakkin av dild og kumman. Blå Aalborg hevur 7 g pr. ltr av sukri.



Bodega: Spanskt fyri vínkjallari ella vínfyritøka.

Borðvín: Reytt, hvítt og rósuvín, framleitt úr saftini av frískum drúvum. Alkoholinnihaldið skal í mesta lagi verða 14,5%. Eitur Vin de table í Fraklandi, Vino da tavola í Italia og Vino de mesa í Spania.

Botnfall: Kemur fyri í størri ella minni mun. Er ikki skaðiligt, men eitt heilsutekin fyri vínið.

Bouquet: Sí aroma

Bristol Cream: Olorosso Sjerri, tilsett sukur. Bristol Cream er tappað í fløskur í Bristol í Onglandi.

Brut: Turt brúsandi vín ella Sjampanja.

Brúsandi vín: Brúsandi vín verða framleidd í flest øllum vínframleiðandi londum, tó ikki í "Champagne" økinum í Fraklandi. Aðrastaðni í Fraklandi eitur hetta vín "Crémant", í Italia "Spumante", í Týsklandi "Sekt" ella "Schaumwein", í Spania "Cava". Í m.a. USA, Suðurafrika og Australia verða tey nevnd "Sparkling Wine".

Fleiri hættir eru at framleiða brúsandi vín, og her skulu vit í stuttum nevna nakrir teirra.

Sjampanjuhátturin: er tann mest nýtti og best umtókti, t.e. at vínið verður framleitt á sama hátt sum sjampanja.

Gering í tanga: vínið verður framleitt á sama hátt sum sjampanja, men her fer víðari gering fram í stáltanga, ístaðin fyri í fløsku.

Sodavatnshátturin: her verður kolsýra latin í vanligt vín, ið ger, at vínið verður brúsandi.

Brøndum: Tann mildasti av Aalborg snapsunum. Hevur ein mildan smakk av kumman. Brøndums Snaps inniheldur 0 g pr. ltr av sukri.



C

Cabernet Sauvignon: Fronsk drúva. Tann best kenda og mest nýtta drúvan í heiminum. Er ein drúva, ið er kryddað, og hevur nógva garvisýru við einum eyðkendum sólberja anga. Reyðvínini kunnu lagrast, og verða aloftast blandaði við øðrum drúvusløgum, t.d. Merlot , ið ger vínið bleytari.

Cava: Brúsandi vín úr Spania, framleitt eftir Sjampanjuháttinum.

Cave: Franskt heiti fyri kjallari.

Champagne: Sí Sjampanja

Chapitalisering: Fyri at hækka alkoholprosentið, verður sukur latið í drúvusaftina.

Chardonnay: Hvíntvínsdrúva við miðalhøgum sýruinnihaldi, og rættiliga høgum alkoholinnihaldi. Á økjum, ið tað ikki er so heitt, er Chardonnay sitrus og súreplakend, og kann smakka av soppum og miniralum. Um tað er heitari, kann Chardonnay smakka av melón og tropiskum fruktum. Felags fyri tey flestu er, at Chardonnay smakkar av kryddaðum, ristaðum, royktum eikitræ, søtum alkoholi og karamell ella smør. Aloftast eru Chardonnay-vínini kraftig og merkt av eikitræ-fati.

Charmat: Franskt. Háttur at framleiða brúsandi vín við. Onnur-gering fer fram í tangum undir trýsti, og ikki á fløsku sum við sjampanjuháttinum.

Chateau: Merkir upprunaliga slott, men í sambandi við vín, merkir tað bert eitt hús, ið hoyrir til ein víngarð.

Chenin Blanc: Er ein hvítvínsdrúva, ið hevur eitt høgt sýruinnihald. Alkoholinnihaldið broytist alt eftir veðurlagsviðurskiftunum. Angin og smakkurin kann verða hunangs, blómu og melónkendur. Vanligt verður ikki fatlagring ikki nýtt til hesa drúvuna. Tey bíligu vínini eru løtt, fruktkend og hálvturr.

Cognac: Sí Konjak

Côtes: Merkir skrái/brekka, t.d. Côtes du Rhone.

Crémant: Brúsandi vín úr Fraklandi, minni brús og minni trýst er í.

Créme: Søtur og tjúkkur flótandi likørur.

Creme de Cassis: Sólberlikørur, ið verður nýttur til Kir

Crianza: Spanskt, garanti fyri at vínið hevur verið lagrað upp í móti 4 árum á fati og fløsku.

Cru: Franskt fyri vøkstur, -er ikki garanti fyri dygd.

Cuve: Fronsk merking fyri ílat, kar o.l., ið verður nýtt til gering, lagring og blanding av víni.

Cuvée: Heiti av ávísum vínblandingum.

Cuvée Exceptionelle: Ein serliga góð blanding av víni.

D

Dekantering: Merkir, at hella vínið á karaflu áðrenn borðreiðing. Hetta fyri at vínið skal "iltast", ella fyri at vínið skal búnast, eisini kann dekantering úrskilja botnfall.

Demi-sec: Beinleiðis umsett merkir tað hálvturr, men verður brúkt sum heiti fyri søtliga Sjampanju.

Dild Akvavit: Sum navnið sigur, er snapsurin kryddaður við dild, og hóskar sera væl til fisk og skeljadjór. Sukurinnihaldi í Aalborg Dild Aquavit er 7 g pr. ltr.



DOC: Denominazione di Controllata. Er upprunagarantiið í Italia. T.e. vín frá einum nágreiniliga avmarkaðum umráði, ið sigur frá, m.a. hvørjar drúvur ið kunnu nýtast, hvussu framleiðslan fer fram og hvussu goyming skal fara fram.

DOCG: Denominazione di Origine e Garantia. Ein yvirbygningur av DOC, hetta eru einans tey avgjørt bestu vínini, við nógv harðari krøvum og strangari eftirliti enn DOC.

Domaine: Franskt heiti fyri eitt størri ella minni vínøki ella víngarð.

Doux: (Sjampanja) merkir søt.

Drekkibúgvið: Vínið er komið í hæddina, verður ikki betri við at goyma tað longri.

Drekkiklárt: Vínið er klárt at drekka, men kann gerast betri við at goyma tað longri.

E

Ekstra Brut, Ultra Brut: Sera turr sjampanja. Einki sukur koyrt í.

Export Akvavit: Lættur og gyltur snapsur. Smakkað til við Madeira. Aalborg Export Akvavit hevur eitt sukurinnihald ið er 6 g pr. ltr.

Extra Akvavit: Luksus snapsur frá Aalborg. Snapsurin smakkar av heslinøt, træ og eitt sindur av karamel.

Extra Dry: Hálvturr (sjampanja).

F

Fat: Ílat ella kar (tunna), til búning og til at goyma í. Finnast í ymiskum træsløgum og støddum.

Fermentering: Gering í samband við vínframleiðslu, frá drúvusaft til vín.

Fino: Ljóst, turt Sjerri.

Fordrykkur: Drykkur, ið kann nýtast áðrenn døgurðan, ella at drekka bert. Tað kann m.a. verða hvítvín, Sjampanja, Sjerri, Portvín, Vermut .

G

Gamay: Beaujolais-drúvan. Gevur løtt og vælsmakkandi vín, ið skulu drekkast ung.

Garvisýra: Garvisýra kann finnast í drúvuskali, stelki og í vínføtunum, ið eru av eikitræ. Hevur við sær ein turran smakk. Verður eisini kalla tannin. Virkar sum haldevni. Innihaldi av garvisýru minkar um vínið verður lagrað.

Genever: Í Hollandi har ginn hevur sín uppruna, verður ginn kallað fyri genever. Hetta kemur av orðinum "juniber", ið merkir baraldur. Genever hevur meira fyllu og angar meira enn ginn. Kryddaríini eru tey somu sum í ginn, men í øðrum lutfalli. Genever verður dropadrivið tvær til tríggjar ferðir.


Gewürztraminer/ Gewurstraminer: Kraftmikil og kryddað hvítvínsdrúva, ið angar og smakkar av kryddaríum, rósum og øðrum blómum. Vanligt eru vínini bleyt og hava kraftmiklan smakk.

Ginn: Ginn verður framleitt úr spritti, sum kann vera gjørt úr korni, eplum, majs o.líkn. Sprittið verður síðani kryddað við baraldi, sum setu sín dám á bæði anga og smakk. Men eisini onnur kryddarí verða koyrd í. Síðani veðrur hetta dropadrivið til ginn. Styrkin liggur ímillum 37,5% og 47,3%. Ginn verður eins og vodka nýtt til ymiskar drykkir.

Grappa: Italienskt brennivín. Grappa verður framleitt við at destillera drúvurestir, t.e. tað sum er eftir, tá ið drúvusaftin er pressað úr drúvunum, stelkunum, drúvukjarnunum og av skalinum.

Grenache: Nógv brúkt søtlig reyðvínsdrúva. Verður nógv brúkt í Suðurfraklandi, har hon verður kallað Alicante. Í Rioja í Spanien og í Kalifornia verður drúvan kallað Garnacha.

H

Heitvín: Borðvín tilsett alkohol. Alkoholinnihaldi er upp til 18-20%, m.a Portvín og Sjerri. Heitvín skal verða meira enn 14%, og um tað verður sterkari enn 22%, er tað spiritus.

Høker snapsur: Klárur og lætt kryddaður, ein av teimum mildastu Aalborg snapsunum. Høker Snaps hevur eitt sukurinnihald ið er 6 g. pr. ltr.

I

J

Jubilæums Akvavit: Ein av teimum best kendu Aalborg snapsunum. Jubilæums Akvavit er kryddað við dild og koriander. Jubilæums Akvavit inniheldur 11 g pr. ltr av sukri.



Julienas: Beaujolais-vín. Vínið er fruktkent, hevur góða fyllu og er væl angandi. Vínið skal drekkast ungt, helst 3-5 ár.

K

Kir: Vælsmakkandi fordrykkur, bland av Creme de Cassis, ið er ein sólberlikørur og Bourgogne Aligoté. Annað hvítvín kann eisini brúkast, men tað skal verða turt og kraftigt.

Konjak: Kemur úr økinum "Cognac" í Fraklandi og bert haðani. Økið liggur beint norðanfyri Bordeaux, uml. 100.000 ha. til støddar, og er býtt í 6 smærri øki. Konjak er hvítvín, sum 2 ferðir er dropadrivið úr serligum drúvum og búnast síðani í nøkur ár á eikifati, minst 2 ár, men sum oftast verður tað goymt longri. Tað eru ymisk sløg og dygdir av konjakki. Trýstjørnað *** og V.S. er tað unga, minst 2½ ár. V.O. og V.S.O.P. er minst 4½ ár. X.O. er minst 10 ár. Summi hús blanda upp til 50 ára gamalt lagrað konjak í teirra X.O. Stendur Fine Champagne á fløskuni, merkir tað, at tað kemur úr teimum innastu og bestu økjunum í Cognac. Styrkin er 40%.

L

Late bottled vintage port (LBV): Seint tappað árgangs portvín. Víni liggur 4-6 ár á fati, og verður síðan tappað á fløskur. Á etikettini stendur bæði árgangurin og árið, víni var tappað. Lítið botnfall og skjótt drekkibúgvið.

Likørar:Likørar eru allir alkoholiskir drykkir, ið eins og bittarar innihalda spiritus av ymsum slag: Neutralt spritt, konjakk, whisky, romm o.a., har ymisk søtevni, kryddaríir, urtir, fruktir og onnur angandi smakkevni síðani geva sín eginleika til teir ymsu likørarnar. Teira meira søtu verða kallaðir crémes, meðan hinir verða kallaðir liqueres.

M

Merlot: Merlot er ein reyðvínsdrúva, ið ikki inniheldur ta nógva av garvisýru. Tað er tann drúvan, ið er mest brúkt í Bordeaux, og er eisini sera væl umtókt aðrastaðni. Smakkurin kann variera til at verða blommukendur, og so at líkjast Cabernet Sauvignon. Merlot verður ofta brúkt til at blanda í Cabernet Sauvignon, fyri at gera víni bleytari.

Mis en bouteille: Tappað á fløsku.

Madeira: Madeiravín kemur frá tí portugisisku oynni við sama navni. Vínið fær sítt sermerkta brenda eyðkenni av, at tað verður lagrað við uml. 50° í minimum 90 dagar. Madeira verður ikki drukkið eins nógv og portvín og sjerri, men tað hevur tann fyrimun, at tað heldur sær longri, aftaná at fløskan er latin upp. Madeira fæst frá turrum til søtt, alt treytað av innihaldinum av sukri, ið liggur úr 2% - 10%.

N

Non Vintage (uttan árgang): Tann mest vanliga sjampanjan. Blandað við víni frá 3-4 árgangum og frá 30-40 vínbóndum í hvørjum árgangi.

O

Oloroso: Myrkt og kraftigt Sjerri. Er sum oftast turt, men finst eisini eitt sindur søtt. Oloroso merkir upprunaliga angandi.

P

Pastis: Pastis er felagsnavn fyri anisdrykkir. Teir smakka og hava ein anga av anis og lakress.


Pinotage: Suðurafrikansk drúva, ið er blandað av Pinot Noir og Cincault (Cincault var fyrr kallað Hermitage). Pinotage er løtt og eitt sindur søtlig, og hevur ein sterkan anga. Vanliga eru vínini løtt og skulu drekkast ung og køld, men tað eru eisini vín av Pinotage, ið eru meira kraftig og fatgoymd vín, ið kunnu goymast.

Pinot Blanc: Turr hvítvínsdrúva við miðal til nógvari fyllu. Neutralan anga og smakk, ið kann minna um mandlur.

Pinot Noir: Pinot Noir er ein reyðvínsdrúva, ið hevur minni innihald av garvisýru og litevni enn, t.d Cabernet Sauvignon. Ein ung Pinot Noir kann smakka av hindber, jarberum, kirsiber og viólum, og búnast so til at blíva kryddaður villur smakkur.

Porse Snapsur: Myrkur og fyldigur, vælkryddaður við porse-urtini. Sukurinnihaldi í Porse Snapsi er 4 g pr. ltr.

Portvín: Portvín er kanska tað mest kenda heitvínið í heiminum. Tað kemur úr Douro-dalinum, norðalaga í Portugal. Tað verða gjørd bæði reyð og hvít portvín og tey fáast úr turrum til søt. Tað eru tvey høvuðssløg av portvíni: Wood port og Vintage port. Wood port er ruby, tawny og hvítt portvín. Vintage port er árgangsportvín. Tað eru eisini ymisk sløg av portvíni. Ruby port er ungt, fruktkent og søtt. Tawny er lagrað, og er lættari og meira gulbrúnt. White er gjørt av hvítum drúum og fæst sum søtt og turt. Late Bottled er portvín, sum er lagrað 4-5 ár í eikiføtum. Síðani verður tað koyrt í fløskur, og búnast ikki víðari. Vintage port er árgangs portvín, sum bert verður framleitt í góðum árum. Tað verður lagrað í 2-3 ár, áðrenn tað verður koyrt í fløskur, har tað búnast í nógv ár, 15 - 20 - 25 ár. Reytt portvín skal borðreiðast við 14-18° – hvítt við 8-10°.

R

Reserva: Spanskt og portugisiskt heiti fyri ein væntandi góðan árgang. Í Spanien merkir tað eisini, at eitt reyðvín hevur verið goymt/lagrað í minsta lagi trý ár á fati og fløsku. Vínið má ikki seljast fyrr enn, trý ár eftir at drúvurnar eru heystaðar. Sponsk Reserva hvítvín skulu liggja í minsta lagi tvey ár á fati og fløsku, harav minst seks mánaðir á eikitræ-fati.

Í Portugal merkir tað, at vínið er frá einum góðum árgangi og minst 0,5% hægri enn miðal.

Reserva verður eisini brúkt í øðrum londum, men er vanligast í Spania og Portugal.

Riesling: Hvítvínsdrúva. Fruktkend, løtt til miðal fyllu. Blómutur angi og smakkur, eisini ferskur og ein farri av sitrus, hunangi og abrikosu.

Romm: Rávøran í romm er antin sukurrørssevja ella tað, sum verður eftir, tá saftin er kroyst úr, kallað fyri sukurrørsmelass. Romm kann verða framleitt allastaðni í verðini, men hevur sín uppruna í vestur India. Tað ljósa og neutrala kemur m.a. frá Cuba og Puerto Rico. Tað myrkara og kraftmiklara kemur m.a. frá Jamaica og Haiti. Munurin millum tey ymsu sløgini kemur av, at undir geringini verða koyrd pálmabløð, ananassaft og annað í.

Rósuvín: Verða framleidd í flest øllum vínframleiðandi londum. Rósuvín er gjørt úr drúvum, sum verða nýttar til at framleiða reyðvín, har skalið verður tikið frá undir geringini, tá ið víni hevur fingið tann lit sum tað skal hava, og ikki blandað saman av reyðvíni og hvítvíni, sum nógv kanska halda. Rósuvín skulu helst borðreiðast køld, uml. 8-12 °, og hóska væl til lættar kjøtrættir, salat, fisk, fiskasúpan ella sum eitt glas í heitum summarveðri.

Ruby: Rubin reytt portvín – er tað mest vanliga portvíni – fruktkent og søtt. Ruby er eisini búnað á fati, men ikki so leingi sum tawny. Er víni ungt og myrkt, so verður tað av og á kallað full. Hevur tað ligið longri kann tað kallast red.

S

Schaumwein: Brúsandi vín úr Týsklandi.

Saké: Japanskt rísvín. Mjúkur og mildur smakkur við nakað av søtleika.

Sauternes: Søtt dessertvín úr økinum Sauternes í Fraklandi.

Sauvignon Blanc: Ein av heimsins bestu hvítvínsdrúvum. Um víni verður framleitt í økjum har tað ikki er so heitt, angar og smakkar víni av grasi, urtum, miniralum og stikkulsberum. Har tað er heitt, smakkar og angar víni av, melónum, fikum, sitrus og ferskum. Eitt vín við megi, ið er vælegnað afturvið mati.

Shiraz: Avstralskt og Suðurafrikanskt navn fyri Syrah drúvuna. Tann avstralski smakkar søtari, er meira búgvin, og angar meira av sjokulátu, um samanborið verður við pipari og kryddaríini í einari Syrah úr Rhône.

Sjampanja: Sjampanja kemur úr økinum Champagne, ið liggur 145 km í ein landnyrðing úr París. Einki annað øki í heiminum hevur loyvi at kalla síni brúsandi vín fyri "champagne".

Framleiðslan av sjampanju fer fram á henda hátt:

Fyrst verður vanligt borðvín framleitt, og síðan verður sukur og ger latið í. Onnur gering fer nú fram í fløskunum, ið liggja á goymslu í minsta lagi 9 mánaðir. Eftir hesa goymslu, verða fløskurnar lagdar við hálsinum niðureftir í nakrar træbukkar við holum í, kallaðir "pupîtres", ið ger, at botnfallið rennur niður í fløskuhálsin. Hálsurin verður førdur niður í eina frostvesku, ið er minus 20°, so at botnfallið gerst til ein propp, ið verður tikin burturúr. Síðan verður sukur latið í, alt eftir, hvat slag av sjampanju framleidd verður.

Einastu drúurnar, ið loyvdar eru at nýta í Champagne, eru: Pinot Noir og Pinot Meunier, ið eru reyðar drúvur, og Chardonnay ið er ein hvít drúva. Sí eisini brúsandi vín.

Sjerri: Sjerri er eins og portvín kent um allan heimin. Tað kemur frá mørkunum í suður Spania, rundan um býin, "Jerez de la Frontera", sum hevur givið víninum navn. Sjerri er hvítvín, sum verður lagrað í tunnum. Síðani verður drúubrennivín koyrt í. Tað er ymisk sløg av sjerri. Tað ljósa, turra og tað lætta er Fino. Amontillado fæst bæði í turrum og hálvturrum, hevur meira fyllu og er myrkari. Olorosso er kraftmiklari, og við at koyra sukur í, fáa vit Cream Sjerri.

Sodavatnshátturin: her verður kolsýra latin í vanligt vín, ið ger, at vínið verður brúsandi.

Sparkling Wine: Brúsandi vín úr USA, Suðurafrika og Avstralia.

Spätlese: Týskt vín. Merkir seint heystaðar drúvur, ið ger,at vínið verður søtt.

Snapsur: Snapsur er drykkur, sum verður framleiddur úr m.a. korni og eplum. Snapsur verður mest framleiddur í Skandinavia og Týsklandi. Snapsur verður dropadrivin fleiri ferðir, har hann missur smakkin og angan av rávørunum. Vatn og ymisk kryddarí verða koyrd í, og síðani verður tað aftur dropadrivið, har teir ymsu snapsirnir fáa sítt egna eyðkenni. Snapsur eigur at verða borðreiddur kaldur, og verður sum oftast nýttur til vælkomu og afturvið sild og køldum borði.

Sylvaner: Frísk og løtt hvítvíndrúva.

Syrah: Reyðvínsdrúva úr Rhône. Angar av pipari og brendum gummi. Liturin er djúpt reyður, hevur kraftigan anga. Syrah hevur nógva garvisýru og krevur langa búningartíð.

T

Taffel Akvavit: Tann klassiski Aalborg snapsurin. Kryddaður við kumman. Sukurinnihaldið í Taffel Akvavit er 5g pr. ltr.

Tannin: Sí garvisýra

Tawny: Tawny er lagrað, lættari og meira gulbrúnt portvín. Tawny Port er ein blandingur av fleiri árgangum, sum hava búnast leingi á fati, so víni er iltað nakað og hevur fingið ein ljósari lit, gyltbrúnan (tawny). Tawny portvín búnast ikki aftaná, tað er tappað á fløsku. Langa búningartíðin ger, at vínið er kostnaðarmikið. Ein bílig tawny verður blandað av reyðum og hvítum portvíni og liturin verður heldur ljósareyður.

Tequila: Kemur úr Mexico og verður gjørt úr agaveplantuni. Sevjan verður kroyst úr og dropadrivin 2 ferðir til alkohol. Bert spiritus, sum er dropadrivið við býin Tequila, hevur loyvi til at brúka hetta navnið, annars eitur tað mezcal.

Trocken: Týskt heiti fyri turt brúsandi vín.

U

V

Vermut: Er heitvín, har urtaúrdráttir eru koyrdir útí. Orðið vermut kemur av týska orðinum "Wermut", sum merkir malurt, og sum er høvuðskryddaríið í vermut. Tað eru fleiri onnur kryddevni og urtir í vermut, sum geva hvør sín eyðkenda smakk. Franskt vermut er sum oftst hvítt og turt. Hvítt italienskt vermut kann verða bæði turt og søtt, meðan reytt og rósu vermut hevur eitt sindur av søtleika.Teir størstu framleiðarnir av Vermut eru Frakland og Italia, men tað eru eisini onnur lond ið framleiða Vermut. Vermut verður brúkt til fordrykk, og at koyra í blandingar.

Vin de Pays: Landvín, betur dygd enn Vin de table.

Vin de Table: Borðvín, franskt.

Vino da tavola: Italienskt, merkir borðvín.

Vino de Mesa: Spanskt borðvín.

Vino frizzante: Frizzante merkir perlandi, men er minni perlandi enn brúsandi vín.

Vintage karakter port: Er eitt wood portvín, sum verður blandað av fleiri árgangum. Víni hevur ongantíð árstal á etikettini. Víni hevur einki við árgangsportvín at gera.

Vintage Portvín/Árgangsportvín: Verður bert gjørt, í 2-3 árum út av tíggju, í serliga góðum árgangum, og bert vín frá teimum bestu økjunum verður nýtt. Aftaná 2-3 ár á fati, verður víni tappað á fløskur og skal búnast helst í 15-20 ár, heilt góð ár uppaftur longri. Vintage port setur nógv botnfall, og skal tí altíð dekanterast.

Vodka: Er upprunaliga ein eystureuropeiskur drykkur, ið verður framleiddur úr øllum rávørum, sum kunnu blíva til alkohol, men sum oftast verður korn ella eplir nýtt. Tá ið tað er dropadrivið, verður sprittið sílað, so at øll lukt- og smakkfrumevni verða tikin burtur. Munurin á teimum ymsu sløgunum liggur í dygdini á rávørunum og í vatninum. Vodka verður mest nýtt til at blanda ymiskar drykkir.



W

White port: Hvítt portvín er ein fjóringur av framleiðsluni, men er í góðsku sjáldan á hædd við tað reyða. Er oftast søtt, men fæst eisini turt. Portvínskennarir tvíhalda um, at portvín hevur tvær skyldur her í lívinum: Tann fyrsta er at verða reytt – tann næsta at verða drukkið.

Whiskey/Whisky: Whisky er eitt kornbrennivín, sum verður framleitt í fleiri londum. Men Skotland man vera tað landið, sum er kendast fyri sítt whisky. Vit skilja millum malt-whisky, sum er gjørt av maltaum byggi, og grainwhisky har majs er ráevni. Meginparturin av tí skotska whiskyinum verður lagrað, og er ein blandingur (blend) av maltwhisky og grainwhisky. Skotsk whisky hevur ein eyðkendan royksmakk, sum er treytaður av mongdini av maltaða bygginum, sum er turkað yvir brennandi torvi. Tað írska, kanadiska og amerikanska whiskyið hevur ikki henda royk-smakk. Fyri at runda smakkin eitt sindur av, verður alt whisky lagrað í eikiføtum í nøkur ár. Er ikki annað viðmerkt, er styrkin 40% vol.