At vera ávirkaður

”Tá ølið fer inn, fer vitið út,” verður mangan tikið til. Men hvussu eru ymsu stigini av rúsinum hættað, og hvat er tað í grundini, sum hendir, tá vit gerast ávirkað?

Tey flestu, sum onkuntíð hava havt eitt gott kvøld í býnum, hava ivaleyst lagt til merkis, at persónleikin broytist so hvørt, sum alkoholið fer niðurum. Verðin letist upp og gerst vinarlig. Tað er lættari at práta og tvætla við øll, og vit gerast gávumild og blíð.

Hvat er tað sum hendir?
Tað er ofta ikki fyrr enn dagin eftir, tá minnini renna fram fyri okkum, at vit veruliga hugsa um, hvat tað í grundini var, vit gjørdu kvøldið fyri.

Fleiri frágreiðingar eru um, hví vit broytast, tá vit drekka. Í bók síni "Om alkohol" greinar Ola Lauritzson hetta mál. Heilt einfalt kann sigast, at alkohol styrkir um lagið, vit eru í, áðrenn vit fara at drekka. Glað gerast glaðari. Óð blíva óðari. Illa hýrd verða verri hýrd. Tað er sostatt ikki vist, at vit verða stuttligari ella í betri lag, um vit drekka. Harumframt hendir ymiskt í heilanum longu eftir tann fyrsta smakkin av alkoholi, sum ger, at vit so líðandi missa tamarhaldið.

Heilabørkurin ávirkast fyrst
Eru vit edrú, brúka vit fyri tað mesta heilabørkin, tá vit virka í gerandisdegnum. Tað er her, minni og tíðartilvit eru. Eisini metingarevni okkara og førleikin at síggja okkum sjálvi ”uttanífrá” eru her. Heilabørkurin skipar sinnisstøðu okkara, og alt hetta eru ting, ið hava við sær, at vit virka normalt.

Tá vit drekka, verða førleikarnir hjá heilabørkinum skerdir. Fortíð og framtíð gerast týdningarleys. Við eitt bilar lítið, at vit verða verandi úti nakrar tímar afturat, hóast vit skulu til arbeiðis í morgin. Brádliga gerst tað, at vit hava tað stuttligt júst nú, tað týdningarmesta. Vit verða eisini prátingarsom og taka óráð fyri.

Millumheilanum dámar kenningina
Tað er í slíkum løtum, at tað kann tykjast sum eitt gott hugskot at krógva ølglasið undir jakkanum, og sníkjatað við út av skeinkistaðnum. Ella at bjóða starvsfelagnum upp til ein heitan og inniligan kjálkadans. Eru vit eitt sindur ávirkað ber framvegis til hjá heilabørkinum at halda skil á okkum í ávísan mun. Men halda vit á at drekka, má hann í alt størri mun víkja fyri øðrum heilapørtum.

Fyrst er tað millumheilin, sum tekur yvir. Hann stýrir kenslunum. Við eitt kunnu vit gerast svong, hóast vit ótu fyri løtu síðani. Vit kunnu eisini gerast uppøst ella rørd. Tað hevur brádliga stóran týdning at siga við vinfólk, hvussu framúr góðir vinir tey eru, og vit leggja fegin dent á hetta við kropsligum sambandi-til dømis við at klemma tey.

Hugurin til hitt kynið, flirt og sex vaknarbrádliga, tí eisini hetta verður stýrt í millumheilanum. Ert tú ikki varin, kann millumheilin elva til ótrúskap, tísamspælið millum størri prátingarsemi, verri metingarevni og færri tonkum um fyrilit og framtíð, vaksa um vandan fyri óumhugsaðum avgerðum.

Reptilheilin - seinasta stigið
Tá reptilheilin tekur við, veksur vandin fyri harðskapi. Balansan er eisini farin og nú skal ikki nógv til, áðrenn vit snáva.Tey flestu gevast at drekka, áðrenn tey koma so langt. Men tey, ið halda á, byrja so smátt at pøsa millumheilan, og harvið smokka tey longur niður eftir menningarstiganum. Reptilheilin, ið er minst menti partur av heila okkara, tekur nú yvir.

Tað merkir, at vit púra missa evnini at greina støðurnar, vit eru í, og førleikan at hugsa skynsamt. Ofta eru vit ikki tilvitað um, hvat vit gera. Vit verða stýrd av impulsunum úr reptilheilanum, sum tíverri sjáldan eru nakað serliga snildir. Tilveran er svørt ella hvít. Reptilheilin gevur okkum tekin um at flýggja ella leypa á og skiftir fólk kring okkum í annaðhvørt vinir ella fíggindar. Nú er vandin fyri, at okkurt endar galið, ógvuliga sannlíkur.

Eru vit heppin, enda vit í jaliga lagnum og gerast full av føgrum orðum og kærleika. Men hinvegin verður ein rúgva av harðskapi framdur av fólki, ið hevur drukkið seg til hetta stigi.

Fleiri ólukkur, um tú ert ávirkaður
Andreas Carlborg er lækni á bráðmóttøkuni fyri rúsevnabundin í Stokkhólmi. Hann veit, at vandin fyri at koma út fyri ólukkum er stórur hjá teimum, ið eru ávirkað. Hetta er bæði galdandi í ferðsluni og fyri tey, ið eru til gongu.

– Tá tað snýr seg um tey, sum verða bankað í býnum, eru aloftast bæði brotsgerari og brotsoffur ávirkað.

Sambært Andreasi Carlborg kemst tað av, at vit, tá vit eru ávirkað, missa tamarhald á tonkum og gerðum. Og hetta kann verða vandamikið bæði fyri okkum sjálvi og onnur.

– Í mínum arbeiði hitti eg eisini fleiri, sum hava roynt at gjørt enda á sær. Tey allarflestu hava verið ávirkað. Afturhaldnið, vit hava, tá vit eru edrú, hvørvur í rúsinum, og fær okkum at gera ting, vit annars ikki vildu gjørt. Sostatt eru góðar grundir til at lata vera við at drekka seg fullan. Reptilheilin er ein vandamikil skipari.

Tekstur: Fredrik Borneskans Teksturin er fyrr útgivin í Bolaget nr. 4, 2007. 


 
Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol