Berjatoppar við brúsandi víni
Til umleið 6 persónar

• 300 g blandað frísk ber
  t.d. jarðber, rips, sólber,
  bláber, hindber
• 7 bløð husblas
• 75 g sukur
• ¾ dl vatn
• 5½ dl Moscato d’Asti
(italskt søtt brúsandi vín)
• 3 spsk frískpressað sitrónsaft
• 6 lítlar formar, ið rúma á leið
1 dl (tú kanst nýta gløs,
muffinsformar e.t.)

Vaniljukrem:
• 1½ dl róma
• 1 spsk florsukur
• ½ vaniljustong

100 g frísk ber

1. Reinsa berini og skola tey. Lat vatnið renna av í einari sílu. Jarðberini verða skorin í minni bitar. Legg husblas í eina
skál við køldum vatni – lat liggja í einar 10-15 minuttir.

2. Hita sukur og vatn í einari grýtu. Kroyst vatnið úr husblasinum og legg niður í tað heita sukurvatnið. Koyr nú
umleið ½ dl moscato í grýtuna og hita spakuliga alt saman, til husblasið er smeltað.
Tak grýtuna av og koyr restina av moscatoini og sitrónsaftini í.

3. Koyr helvtina av berjunum í 6 formar. Koyr geleblandingina omanyvir, soleiðis at berini eru undir. Set formarnar
kalt og lat stívna. Restin av berjunum og geleblandingini kann latast í formarnar, so skjótt sum geleblandingin er stívnað eitt sindur. Um alt verður latið í í senn, er vandi fyri, at berini fara at flóta omaná og ikki leggja seg runt allan formin. Lat standa kalt í umleið 2 tímar, til blandingin er stívnað heilt.

4. Tá blandingin skal takast úr forminum, skulu teir setast í heitt vatn í umleið ein minutt, tó uttan at vatnið rennur inn í formarnar. Hetta soleiðis at berjatopparnir loysna úr forminum. Neyðugt kann eisini vera at loysa topparnar varliga við einum knívi.

5. Fá berjatopparnar varliga úr formunum og set teir við botninum uppeftir á deserttallerkar.

6. Vaniljukrem: Píska róma, florsukur og korn av vaniljustongini saman, til tað er kremkent. Pynta við kremi og
smáum berjum rundan um køkuna á tallerkinum.

Henda uppskrift kann eisini roynast við gummibommum í staðin fyri við berum og í minni stødd – til „fordrykk“.