Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

undefined

Hvussu verður brúsandi vín flokkað?

Extra Brut
: Eyka turt

Brut: Turt (tað best umtókta og væl hóskandi aftur við mati)

Extra Dry: Í miðjuni á turr- leikastiganum, men ikki so turt sum Brut (hóskar væl niðurundir)

Sec: Søtt

Demi-Sec: Rættiliga søtt (hóskar best aftur við frukt og desert)

Brúsandi vín.jpg

Brúsandi vín

verður ofta brúkt í sambandi við veitslur, hátíðardagar og fagnað. Tá vínið verður rist, og proppurin fer av, brúsar tað. 

Brúsandi vín kann eisini brúkast til nógv annað. Les í faldara okkara um brúsandi vín, og hvør matur hóskar til hetta spennandi vínið.

Méthode Champenoise er tann siðbundni hátturin at framleiða champagne. Hann varð mentur í Champagne í Fraklandi.

Í dag verður brúsandi vín eisini framleitt aðrastaðni, og framleiðsuhættirnir eru ymiskir. Summi framleiða í tangar og onnur í fløskur, sum er tann gamli mátin. 

Báðir framleiðsluhættirnir eru væl umtóktir, men tann gamli mátin hevur við sær mest samansetta vínið. 

Tá gerin hevur gjørt sítt, fer hon til botns í fløskuni og verður liggjandi. Tá botnfallið verður upployst, koma teir serligu eginleikarnir til lívs, sum eyðkenna gott brúsandi vín.

Champagne

er eitt brúsandi vín, ið er gjørt av seinnu geringini av hvítvíni, har kolsýran verður til. 

Champagne í 1800-talinum var nógv søtari enn tann, vit kenna í dag. Smakkinum broyttist í 1846, tá framleiðarin læt vera við at brúka søtevnir, áðrenn sjampanjan varð útflutt til London. 

Hetta hevði við sær variantin Brut Champagne, sum í dag er ógvuliga væl umtóktur. Champagne kann bara verða nevnd champagne, um hon er framleidd í Champagne í Fraklandi. Champagne verður framleidd úr drúvunum Chardonnay, Pinot Noir og Pinot Meunier. 

Eftir fyrstu geringina og áfyllingina er seinna geringin í fløskuni. Hendan geringin verður sett í gongd við at lata ger og sukur í. Síðan skal champagne liggja í minst hálvtannað ár, áðrenn hon er liðug. 

Eftir hetta verður fløskan vend á høvdið, so tey evnini, sum ikki eru gerað, leggja seg at proppinum. Fløskan verður fryst og latin skjótt upp, so tær ógeraðu restirnar kunnu tømast, og proppurin verður síðan settur í aftur.

 

Sí faldara um brúsandi vín her

 
Spyr okkum

Cava
Spanskt brúsandi vín

Spumante
Italskt brúsandi vín. Best kent fyri brúsandi vín úr Asti-økinum

Prosecco
Italskt brúsandi vín

Cremant
Franskt brúsandi vín framleitt uttan fyri kenda Champagneøki í Fraklandi

Blanc de Blanc
Vín framleitt úr drúvuni Chardonnay

Blanc de Noirs
Vín framleitt úr drúvuni Pinot Noir og Pinot Meunier